Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2023 11:46

Marina og Seven Seas Splendor koma á Runavík

Mynd: Marina hjá Oceania Cruises á veg inn á Runavík í morgun (Súni í Hjøllum)

Runavíkar Havn

Tvey ferðamannaskip koma inn á Runavíkar havn komandi dagarnar. Tað fyrra, Marina hjá Oceania Cruises, kemur sunnudagin 27. august kl. 10.00 – 20.00, og tað seinna, Seven Seas Splendor hjá Regent Seven Seas Cruises, kemur mánamorgunin kl. 7.00 og verður liggjandi við bryggju til týsdagin kl. 13.00.

Marina, sum vitjar okkara havn á fyrsta sinni, er 238 metrar til longdar, og umborð eru 1200 ferðafólk úr USA, Kanada, Avstralia, Nýsælandi og UK. Manningin á Marina telur 780 fólk.

Seven Seas Splendor, sum eisini vitjaði í 2022, er 224 metrar til longdar, og umborð eru 745 ferðafólk, meginparturin úr USA, umframt manningina uppá 530 fólk.

Bæði reiðaríini eru partur av Norwegian Cruise Line Holdings, ið eigur í alt 31 ferðamannaskip.

Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum og MB Tours túrsmiður.