Tíðindaskriv
Føroyskur tónleikur fær nýggjar møguleikar í Frankaríki og Stóra Bretlandi
Føroyskur tónleikur heldur fram við at vinna sær fótafesti uttanlands. Nú hevur føroyska forlagið Mahogni Music Publishing (MMP) skrivað undir avtalu við franska felagið BAM, sum skal umboða føroyska tónleikasavnið hjá MMP í Frankaríki, Andorra, Monako og Stóra Bretlandi.
Avtalan er enn ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa føroyskan tónleik út í heim. Síðani 2018 hevur MMP miðvíst arbeitt við at fáa føroyskan tónleik brúktan í sjónvarpssendingum, filmum og lýsingum kring heimin, og nógvar hundraðtals nýtslur eru komnar burturúr hesum arbeiði – hjá DR, NRK, SVT, ABC, Netflix og HBO, fyri bert at nevna nakrar av brúkarunum.
Við nýggju avtaluni fær føroyskur tónleikur sterka umboðan á tveimum stórum marknaðum innan sjónvarps- og lýsingarvinnu í Evropa. Hetta kann skapa fleiri altjóða møguleikar hjá føroyskum tónleikarum, sangskrivarum og plátufeløgum.
BAM er eitt væl kent felag við drúgvum royndum í vinnuni og einum sterkum netverki innan film, sjónvarp og lýsingar. Samstundis hevur føroyska katalogið hjá MMP vunnið sær gott orð fyri sín sermerkta og dygdargóða tónleik.
Frammanundan hevur MMP samstarv við In The Groove Music í Norðuramerika og Upright Music í Norðurlondum, Baltikum og Pólandi. Við nýggju avtaluni leggjast nú eisini Frankaríki, Andorra, Monako og Stóra Bretland afturat altjóða netverkinum hjá føroyska forlagnum.
