Lesarabræv
Við nýggjari frágreiðing frá Javnaðarflokkurin á fólkatingi við Sjúrði Skaale á odda, verður gjørt greitt, at besta loysnin er at gera Føroyar til ein stat og síðani loysa frá Danmark. Harvið er loysingarmaðurin Sjúrður Skaale komin aftur á gamlar slóðir.
“Hugsanin er, at vit yvirtaka øll málsøki, og síðani delegerað nøkur av teimum til Danmarkar at umsita”. Soleiðis skrivar Sjúrður Skaale í frágreiðing ið kallast “Sjálvræði í felagsskapi”.
Niðurstøðan er púra greið. Føroyar skulu úr danska statinum og grundlógini.
Eg má siga, at tað rann mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hoyrdi Sjúrð Skaale leggja ætlaninar fram.
Eftir at frágreiðingin er blivin almenn og løgd fram, siti eg eftir við fleiri spurningum, enn eg fekk svar uppá í frágreiðingini.
Ein av orsøkunum er, at Sjúrður Skaale mótsigur sær sjálvum. Hann leggur eina ætlan fram, har mælt verður til at taka Føroyar úr ríkinum, men sigur samstundis, at hetta skal ikki gerast nú.
Hvat vil Sjúrður? Meinar hann tað ikki, tá hann sigur, at Føroyar skulu loysa?
Í frágreiðingini verður víst á oyggjar í Stillahavinum, sum hava ein frælsan felagsskap við USA. Sambært frágreiðingin eru eingir trupulleikar at hóma. Oyggjarnar eru sjálvstøðugar og hava ein sáttmála við USA um at taka sær av ymiskum málsøkjum. Eitt nú trygdarmál.
Tað, sum gloymt verður í frágreiðingini, og í framløguni av henni, er, at í veruleikanum hava Føroyar nógv størri sjálvræði í dagligdegnum enn hesar oyggjar, tí USA hevur so stórt vald á teimum.
Gloymt verður eisini at siga, at USA ger júst sum teir vilja á oyggjunum, tá talan er um verjumál. Teir spyrja als ikki lokala mynduleikan eftir.
Í ríkisfelagsskapinum eru vit komin hartil, at Danmark tekur Føroyar við í avgerðirnar, og verandi samgonga hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu hava sjálvsavgerðarætt í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum.
Tíðin er ikki at syndrað ríkið, men heldur finna loysnir innan karmarnar í ríkisfelagsskapinum.
Hetta skal takast upp í samráðingum við Danmark. Hesar ætlanir hevur formaður Javnaðarfloksins lagt saman við hinum samgonguflokkunum í Føroyum.
Men Sjúrður Skaale fer beint ímóti sínum egna formanni og vil loysa frá Danmark.
Fyri fólkatingsvalið reypaði Javnaðarflokkurin um, at hinir flokkar als ikki raðfesta fólkatingssessin, og at hinir flokkarnir ikki nýta sessin til fulnar, eins og Javnaðarflokkurin.
Enn einaferð mótstríðandi útsagnir. Fyri valið vil flokkurin also varðveita sessirnar, men eftir valið skulu sessirnir takast av.
Frágreiðingin fer eisini lætt um eina rúgvu av málum. Roynt verður at konkludera, at alt verður sum í dag, hóast Føroyar loysa. So væl spælir klaverið ikki. Hvat við øllum okkara skipanum, sum vit hava saman við Danmark í dag? Sjálvandi skulu vit ikki sannføra danir um, at teir skulu gjalda fyri eina røð av ágóðum, sum føroyingar skulu fáa, um vit siga við Danmark; vit takka fyri okkum og loysa.
Eftir at hava sæð frágreiðingina er spurningurin:
Er Javnaðarflokkurin í Føroyum og á fólkatingi sami flokkur? Ætla teir tað sama? Ella er tað bara Sjúrður Skaale, ið roynir at skapa uppmerksemið um seg sjálvan?
Í øllum førum er javnaðarmaðurin Sjúrður Skaale farin at minna um tjóðveldismannin Sjúrð Skaale.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin
