Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2026 09:15

15. mai : Halvarðsøka

Mynd: Hallvarð (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallvarð, syskinabarn Ólavs hin Heilaga. Hann doyði í 1042 og er verndarhalgimenni hjá býnum Oslo.

Navnið er norrønt og merkir hella og verja.

Í gomlum álmanakkum ber dagurin eisini navnið Sofia eftir halgikonu, sum læt lív tíðliga í fornkirkjutíðini.

Dagurin er eisini gamla krossmessa. Á gomlu krossmessu verður ongantíð myrkt um náttina.

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð