Róðrarsamband Føroya
Ódnartøk á Eiði
Leygardagin 16. mai verður endabresturin av ódnartøkunum á Eiði. Eftir spennandi og tættar róðrar í Norðragøtu fyri viku síðan, er nú lagt upp til enn fleiri hørðum kappingum á fjørðinum. Manningarnar hava havt nakrar dagar at gera tær síðstu tillagingarnar, og tí er spenningurin stórur undan kappingini á Eiði.
Spurningurin er nú, um vit fara at síggja nýggjar vinnarar, ella um onkrar manningar megna at halda fast um fremstu plássini. Tað er alt at rógva fyri, og nógv bendir á, at vit aftur hesaferð fáa fleiri javnar og undirhaldandi róðrar.
Hetta verður fyrstu ferð, at ódnartøk verða fyriskipað á Eiði, og tí er talan um ein serligan dag fyri føroyskan kappróður. Saman við Eiðis Róðrarfelag gleðir Róðrarsamband Føroya seg at bjóða bæði rógvarum og áskoðarum vælkomnum til eitt spennandi og hugnaligt tiltak í góðum kappróðraranda.
Undir kappingini fer Eiðis Róðrarfelag at selja suppu, kaffi, heimabakstur og annað gott, so karmarnir eru eisini lagdir fyri einum góðum degi við bæði kappróðri og felagsskapi.
Aftaná róðrarnar verður heiðursmerkjahandan, har vinnararnir av ódnartøkunum verða heiðraðir.
Tiltakið er ókeypis, fyrstu róðrarnir byrja kl.13.00 og sum vant verður eisini stroymað á YouTube-rásini hjá Róðrarsambandi Føroya, so øll hava møguleika at fylgja við.
STARTRØÐ – ÓDNARTAK 2 – 2026 – Á EIÐI
