Maskinmeistarafelagið
Vørn fær ikki manning til vaktar- og bjargingarskipini, sum er, og annað hevur hóskandi aldur at vera savnsskip heldur enn partur av tilbúgvingini. Men svarið frá politisku skipanini uppá trupulleikan er beinharðar og enntá herdar sparingar – umframt grenj á Fólkatingi um, at donsk sjóverjuskip ikki eru meira til staðar. Støðan er magháttlig og vanærilig heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, nú farast skal undir samráðingar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá Vørn
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er bersøgin, nú samráðingar við Fíggjarmálaráðið um sáttmálan hjá maskinmeistarunum á vaktar- og bjargingarskipunum er fyri framman. Í videobrotinum sipar hann til, at fólkatingslimurin Sjúrður Saale alment hevur funnist at, at onki danskt sjóverjuskip var í føroyskum sjógvi og eisini spurdi danska verjumálaráðharran um málið.
– Hetta er ein margháttlig og tíverri eisini ein vanærilig støða, vit eru í. Vit, sum reypa okkum av at vera ein siglandi tjóð, men tey ráðandi tosa bara um, hvat onnur kunnu gera fyri okkum. Vit skulu til samráðingar um sáttmálarnar hjá teimum, ið eru okkara fremsta álit, tá vandastøður taka seg upp sjónum og eftirlit skal fremjast við okkara sjóøki, og frammanundan klára vit ikki at manna skipini.
– Øll vita, hvat trupulleikin er: Tú fært ikki maskinmeistarar at sigla fyri ta lønina, sum føroysku politikararnir unna teimum, tí maskinmeistararnir skulu ikki at fara so langt fyri at fáa kanska tað tvífalda. Lønin er avgerandi, men aftursvarið frá politisku skipanini hevur higartil bara verið meira sparingar. Nú liggur Tjaldrið helvtina av árinum, tí tað er spart niður til bara at hava eina manning. Kortini megnar mann ikki at fáa manning til tann tørvin, sum vaktar- og bjargingarskipini hava pening til innan fyri verandi játtan.
– Var tað rætt, var gravgangur eftir øllum størvunum umborð á vaktar- og bjargingarskipunum. Men í staðin verða tey niðurpínd, bæði tá tað snýr seg um skipini sjálv og um at løna fólkinum.Tá tey lýsa eftir fólki, søkir ongin, og var tað ikki fyri okkara óføru pensjonistum, so fingu tey ongar avloysarar heldur, sigur Arnfinn Bech.
Mugu vakna og skilja
Hann vónar tó, at Fíggjarmálaráðið og samgongan fara at taka aðrar partar fyri hesa ferð.
– Einaferð mugu tey fara at vakna og skilja, at hetta einfalt ikki ber til longur. Vit eru ein siglandi tjóð og breggja okkum av at vera eitt framkomið land. Tí er støðan, vit eru komin í, ein fúl skomm, og sjálvandi kann hon eisini blíva hættislig, tí hetta snýr seg um okkara tilbúgving. Stjórin á Vørn hevur eisini sjálvur úttalað seg alment um, at tað er ein trupulleiki, at annað vaktarskipið liggur helvtina av árinum, tí pengar ikki eru til rakstur, sigur formaðurin.
Hann vísir á, at tað var stungið út í kortið, at nýtt skip skuldi byggjast í staðin fyri 48 ára gamla Tjaldrið, men at nú tykjast gyltu ætlanirnar verða spardar burtur.
– Ikki eingongd fyrireikingar vildu tey ofra nakrar krónur uppá. Landsstýrismaðurin hevði lovað, at nakrar fáar milliónir fóru at verða settar av til prosjektering á fíggjarlógini fyri í ár, men tær blivu spardar burtur, tá avtornaði. Eftir aldrinum hevði tað hóskað seg betur, at Tjaldrið var eitt museumsskip heldur enn eitt vaktar- og bjargingarskip, sigur Arnfinn Bech.
Deil á Facebook