Løgtingið
Eins og siðvenja er, hevur løgtingsformaðurin, Johan Dahl, verið til setanina av Fólkatinginum, sum var í gjár, 6. oktobur.
Byrjað varð við gudstænastu í Christiansborg Slotskirke í Keypmannahavn. Síðan var sjálv setanin í Fólkatinginum.
Løgtingsformaðurin varð síðan boðin til miðmála við nýggja formansskapinum og øðrum formonnum, sum hava verið í Fólkatinginum.