Løgmálaráðið
Løgmálaráðið eftirkannaði 216 uppskot í løgtingsárinum 2022 – tað er tíðarskeiði frá 29. juli 2022 til 28. juli 2023.
Løgtingsárið 2022 var sum heild merkt av, at vit høvdu eitt løgtingsval, og at eitt nýtt landsstýri tók við í desember 2022. Yvirskipað kann løgtingsárið 2022 sostatt býtast sundur í tvær ymiskar setur, og hetta setur sín dám á ársfrágreiðingina í ár.
Lógartænastan í Løgmálaráðnum eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini tøkniliga og løgfrøðiliga, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið ella kunngjørd.
Lógartænastan hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at uppskot eiga at sendast til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum, og at vanliga eigur ummælisfreistin at verða 4 vikur. Ein ummælisfreist, sum er minni enn 14 dagar, verður ikki mett at vera nøktandi.
Ársfrágreiðin hesa ferð vísir, at gongdin í løgtingsárinum 2022 sum heild hevur verið sera jalig, við tað at bert 15% av uppskotunum hjá øllum stjórnarráðunum vórðu send til ummælis við styttri enn 14 daga freist, ímóti 34% av uppskotunum í løgtingsárinum 2021. Heili 72% av uppskotunum vórðu send til ummælis í 4 vikur ella longri.
“Løgmálaráðið heldur hetta er ein sera jalig gongd, og vónar, at gongdin heldur fram til frama fyri bæði lógardygd og demokratisku tilgongdina” sigur Nella Festirstein aðalstjóri í Løgmálaráðnum.
Ársfrágreiðingin kann lesast her.
Deil á Facebook