Løgmansskrivstovan
Í dag hevur løgmaður hitt danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, á fundi í Keypmannahavn. Hetta eru fyrstu fundirnir millum partarnar eftir stjórnarskiftini í Føroyum og Danmark.
Samgonguskjølini á skrá
Talan var um ein innleiðandi fund við danska forsætisráðharran, har høvið var at tosa um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini.
“Eg nýtti høvið at ynskja Mette Frederiksen til lukku við nýggju stjórnini og at útgreina setningarnar í føroyska samgonguskjalinum. Vit umrøddu eisini møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og IOC umframt tættari samstarv við ES.”, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Samstarva um at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu
Á fundi við danska løgmálaráðharran legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum.
Kunnað varð um, at landsstýrið raðfestir hetta økið ovarlaga, og átøk verða sett í verk í Føroyum í næstum.
“Rúsevni og rúsevnamisnýtsla snýr seg ikki bara um revsing og løgreglu, men um sosial viðurskifti, fyribyrging og upplýsing. Summi øki eru felagsmál, og tí var týdningarmikið hjá mær at vísa danska løgmálaráðharranum á, at báðir partar mugu raðfesta økið.”, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Sí myndir niðanfyri:



