Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.01.2025 15:23

Lógaruppskot kann spreingja skúlasamstarvið millum kommunurnar

Skúlin við Gøtugjógv (Mynd: Eysturportalurin)

Uppskotið til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur lagt fram, hevur skapt stóra øsing í Eysturkommunu.

Eysturoyarportalurin skilir, at lokalpolitikkarir í Eysturkommunu eru sera ørkymlaðir og stúrnir um nýggja lógaruppskotið, sum ger, at næmingar í 7. flokkur í Eysturkommunu nú eisini verða noyddir at ferðast inn til Fuglafjarðar í skúla.

Tað var annars tann 11. november í fjør, at sáttmáli varð undirskrivaður um nýtt skúlasamstarv, eftir at Eysturkommuna hevði alment boða frá í 2023, at hon hevði eitt ynski um at seta egna framhaldsdeild á stovn.

Uppskotið, sum landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni N. Joensen, nú hevur lagt fram, fer at kollvelta nýundirskrivaðu avtaluni millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Avtalan, millum grannakommunurnar báðar, sum Per Martin Gregersen og Dávur Juul unndirskrivaður 11. November 2024 inniber m.a., at allir næmingar frá 8. til 10. flokki úr Eysturkommunu skulu ganga í skúla í Fuglafjarðar skúla.

Men við lógarbroytingini, hjá landsstýrismanninum, so verður býtið millum deildirnar broytt, soleiðis, at grunddeild er 1.-3.flokk, miðdeild er 4.-6.flokk og hádeild er 7.- 9.flokk. 

Í løtuni ganga næmingarnir í Eysturkommunu frá 0-3.flokki í Leirvíkar skúla, meðan næmingarnir frá 4-7. flokki ganga í Gøtu skúla.

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so eru lokalpolitikarir als ikki nøgdir við íkomnu støðuna, og kann broytingin tískil oyðileggja Framvit og skúlasamstarvið millum kommunnar báðar. Og fer hetta at føra við sær, at Eysturkommuna nú aftur fer at seta ferð á arbeiðið við at taka allar næmingar sínar heim aftur til kommunnuna og seta á stovn egna framhaldsdeild.

Lógaruppskotið hjá Djóna N. Joensen ber við sær, at 11 fólkaskúlar sum í verandi bygnaði hava flokkar til 7. flokk, eftir hesa broyting koma at hava næmingar upp til 6. flokk. Hesir skúlar er Haraldssunds, Nólsoyar, Porkeris, Sumbiar, Viðareiðis, Kvívíkar, Skála, Eiðis, Húsar/Syðradals skúli, Skúlin á Fossánesi og Skúlin í Eysturkommunu, umframt Frískúlin Keldan. 

Taka vit skúlaárið 2024-2025 sum dømi, so ganga tað í dag í alt 76 næmingar í 7. flokki í hesum fólkaskúlum, sum høvdu flutt til hádeild í øðrum skúla, var broytingin framd áðrenn hetta skúlaárið.