Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.03.2023 07:19

LÍV og Bústaðir stovna partafelag

Mynd: Tryggingarfelagið LÍV

Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú stovnað P/F Heimasta Horn II,
sum hevur til endamáls at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn. Talan er um
verkætlan, sum fevnir um 22 leigubústaðir, ið væntandi verða klárar at flyta inn í seint á sumri
2023.
LÍV hevur leingi havt ynski um at virka á og stuðla undir leiguíbúðarmarknaðin og fegnast tí um, at
tað hevur eydnast at gera samstarvsavtalu við Bústaðir. Avtalan er fyrsta stigið, ið skal tryggja, at
báðir partar røkka longur, enn um teir vóru hvør sær. Ætlanin er, at fleiri verkætlanir fara at
leggjast afturat í samstarvinum. LÍV arbeiðir miðvíst við at gera íløgur í marknaðin fyri leiguíbúðir í
Føroyum. Eitt av endamálunum hjá Bústøðum er at tryggja fjølbroytni á føroyska
bústaðarmarknaðinum og passar tí væl til hugsjónina hjá LÍV.
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:
”LÍV ynskir at tryggja kundum okkara eitt nøktandi avkast, og íløgurnar skulu koma kundunum til
góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í okkara virkisøki, at eftirlønaruppsparingarnar koma út at
arbeiða í Føroyum. Samstundis eru vit við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing”.
Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur:
“Vit fegnast um at tað hevur eydnast at fáa hetta samstarvi í lag. Talan er um slóðbrótandi og
nýskapandi samstarv, har tað almenna bústaðafelagið og føroyskur pensjónskapitalur ganga hond
í hond. Við hesum kunnu vit røkka longur, og meira ferð kann setast á byggingini av
leigubústøðum”.