Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.03.2024 07:53

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðla Draganum KG 212

Mynd: Lions Eysturoy/Klaksvík

Lions Eysturoy/Klaksvík

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðla Draganum KG 212 við 75.000 kr.

Á samkomu umborð á Draganum í gjár handaði presedenturin fyri Lions Eysturoy/Klaksvik Tummas Lervig skiparanum á Draganum Kára millum Garðarnar kekkin á 75.000 kr.

Dragin stendur fyri umvælingum á skrokkin og fer stuðulin til at kalfatra skipið seinni í summar.

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðla Draganum KG 212 fyrr við einari Iridium telefon.

Draga mennirnir vóru sera takksamir fyri stuðulin og vegna teir takkaði Kári millum Garðarnar hjartaliga fyri kekkin.

Lions setur eisini stóran prís uppá tað stóra arbeiði sum er lagt í at varðveita seglskipini í Føroyum.