Eysturkommuna
Týsdagin 9. juni kl. 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini. Tá eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið.
Henda hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Harafturat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið.
Skráin verður hendan:
- Astrid, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin
- Felagssangur
- Per Martin, borgarstjóri, avdúkar minnisplátuna
- Kvinnukórið syngur
- Fríðfinnur heldur stutta røðu
- Felagssangur
- Kaffi og kaka verður at fáa
