I summar var arbeiðið at umvæla gomlu kaiina og bátadráttin í Syðrugøtu sett í gongd.
Tað er fyritøkan Form, sum stendur fyri arbeiðinum.
Í ár er stoyptur ein partur av uttasta partinum av kaiendanum, tann parturin sum er nógv útsettur fyri briminum, samstundis sum at nýtt betonglag er lagt á innasta partin av kaiini.
Í vikuni var so eitt petti av bátadráttinum stoypt, og verur hetta eisini tað síðsta sum verður gjørt í ár. Eftir ætlan er meiningin at taka arbeiðið uppaftur komandi ár, tá ið fleiri ábøtur verða gjørdar.
Arbeiðið hevur gingið væl verður sagt, hóast veðrið hevur arga nakrar ferðir.
Deil á Facebook