Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2023 12:10

Umvæla kaiina í Syðrugøtu

Mynd: Kaiini í Syðrugøtu (Eysturoyarportalurin)

Eysturkommuna hevur avgjørt at bøta um kaiina og bátadráttin í Syðrugøtu. Tað arbeiði er byrja í dag.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, sigur at tað fyrsta sum verður gjørt, er at fáa typt eitt stórt hol aftur, sum veður og brim hevur máa vekk seinastu árini. Og síðani er ætlanin at leggja nakað av betong útyvir sjálva “kai’ina”.