Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2024 12:22

Lembingin er byrja og veðrið verður gott

Mynd: Eysturoyarportalurin

Lembingin er so smátt byrja. Onkur lomb eru longu komin runt landið, og komandi vikurnar verður lembingin í hæddini. Várið er um av álvara um at kunna merkjast og síggjast.

Og sambært veðurforsøgnini, so verður veðrið gott komandi vikuna, hóast hitastigini ikki fara so langt upp.

Tað verður still og lítil vindur. Mánadagin fer sólin at síggja og tað verður um 8 hitastig. Týsdagin og mikudagin verður góðveður, mestsum stilli og sól. Hósdagin og fríggjadagin samdrigið og um 5-6 hitastig.