Mynd: Vørn
Í gjár fekk Vørn eina fráboðan frá fólki á landi í Hoyvík, at tey høvdu sæð okkurt orrangelitt objekt í sjónum millium Stong og Eystnes.
Farið var at leita, men tað gjørdist skjótt greitt, at tað tíðanbetur ikki hevði nakað uppá seg. Tað vísti seg, at orrangelitta objektið var okkurt, sum lá omaná stýrhúsinum á einum lítlum útróðarbáti. So leiting var avblást einans 11 minuttir eftir at fráboðanin kom inn til Vørn.
Deil á Facebook