Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2023 20:21

Leirvíkingur debut á A-landsliðnum

Mynd: (FSF) Nýggjasti A-landsliðsleikarin hjá Føroyum

Ungi og evnaríki Víkinga-málverjin, Bárður á Reynatrøð, byrjaði inni í sínum fyrsta A-landsdysti fyri Føroyar í kvøld í venjingardystinum í Norðurmakidonska høvðusstaðnum Skopje á National Arena Todor Proeski. Hetta var sostatt eisini hansara debut á A-landsliðnum.

Føroyar tapti dystin 1-0, eftir at tað var 0-0 í hálvleikinum. Men Bárður leikti ein góðan dyst, har hann vísti tryggleika og góðan auturoitet ígjøgnum allan dystin. Eisini hevði hann nakrar bjargingar, har serliga ein var framúr, tá ein heimaleikari kom einsamallur ímóti málinum, men Bárður bjargaði meistarliga.

Bárður er júst blivin 23 ára gamla. Hann hevur leikt 8 U21 landsdystir fyri Føroyar og eisini fleiri U19 og U17 landsdystir.

Komandi A-landsdystir hjá Føroyum eru í summar, tá Kekkia og Albania koma á vitjan 17. og 20. juni á Tórsvølli.