Ferðalagið við víkinga- og B36 áskoðarum kom við leiguflogfarið hjá Atlantic Airways aftur úr Letlandi til Føroyar tíðliga fríggjamorgunin. Ein flogferð sum tók uml. 3 tímar úr Riga til Vágarnar.
Bæði liðini høvdu verið í Letlandi og leikt Conference League dystir, móti ávíkavist Auda og FK Liepaja. Og við í ferðalagnum, vóru hóparnir hjá Víkingi og B36, saman við uml. 80 áskoðarum frá báðum feløgunum.
Men tað var ein hending beint áðrenn lending, sum fekk fólk á túrinum at undrast og ilskast, hendan góðveðursmorgunin.
Tað vóru boðini, frá flogskiparinum, sum komu úr hátalarinum, beint áðrenn lendast skuldi, har sagt var, at: “brandmennirnir ikki vóru vaknaðir“, og tí kundi flogfarið ikki lenda.
Tískil mátti flogfarið flúgva ein “sightseeing-túr” runt oyggjarnar at bíða, inntil allir sløkkiliðsmennirnir vóru møttir upp.
Tað vóru hesi boðini sum fingu ferðafólkini at “vakna”.
Ein túrur, sum tá hevði vart góðar 3 tímar, gjørdist nú uml. 15 longri.
Eysturoyarportalurin hevur tosað við Regin I. Jacobsen, stjóra á Vága Floghavn. Hann sigur at hann hevur hoyrt um “søguna”. Og sigur víðari, at tey á Vága Floghavn ikki kenna nakað til, at teirra fólk hava sovið yvir seg.
Men hann upplýsir, at Vága Floghavn bert gjørdi eftir boðunum frá Atlantic, tá ið tað kom til at seta brandliðið tøkt til lending, til ásetta umbidnu tíð. Hann sigur víðari, at vanligt er, at brandliðið er møtt upp á vøllinum 30 minuttir áðrenn lending.
Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at hon ikki kennir til allar smálutir í sjálvum málinum, men leggur dent á, at tað er ikki ókent at seinkingar ella annað koma fyri, bæði tá ið tað snýr seg um mjørka, vind ella tílíkt. Tað er nógv sum kann órógva flogtíðirnar. Hon sigur víðari, at hon ikki heldur at hetta er nakað mál í sær sjálvum.
Flogskiparin á sjálvum túrinum, Sámal Danielsen, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at orsøkin til at hetta hendi, var, at flogfarið sum fór úr Letlandi, var í Føroyum nakað áðrenn tey høvdu vænta, og tí vóru ikki allir sløkkiliðsmennirnir ikki møttir.
Hann sigur, at Atlantic, áðrenn fráferð úr Føroyum, hevði givið Vága Floghavn boð um nær tey fóru at lenda, men alt gekk skjótari fyri seg, og lendi flogfarið tískil fyrr enn vænta.
Sambært honum so var vænta at lenda kl. 04.10 føroyska tíð, men flogfarið lendið ístaðin kl. 04.00.
Hann leggur tó dent á, at tað ongantíð var nakar vandi á ferð. Men sigur samstundis, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur uppliva akkurát hetta, í sínum yrki sum flogskipari, sum hann hevur starvast í í 20 ár.
Deil á Facebook