Tíðindaskriv/ RR Consulting
Nógv verður tosað um trivnað hjá starvsfólkum, men ov sjáldan verður trivnaðurin hjá leiðaranum sjálvum settur á breddan. Leiðarar bera ofta stóra ábyrgd, standa í avbjóðandi støðum og skulu taka truplar avgerðir.
Krøvini til leiðarar eru vaksin nógv seinastu árini. Leiðarar skulu ikki bara tryggja rakstur og úrslit, men eisini leiða broytingar, skapa trivnað, handfara óvissu og kreppur. Hetta setur høg krøv til leiðarar, bæði fakliga og persónliga.
Tí skipar RR Consulting fyri tiltakinum Leiðaratrivnaður í felagsskapi, har sjóneykan verður sett á, hvussu leiðarar og leiðslubólkar kunnu styrkja trivnað, samstarv og sálarligan tryggleika í leiðslu.
Skeiðshaldari er viðurkendi vinnusálarfrøðingurin Lill Palmblad. Hon er eisini góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi og stjóri og partnari í Palmblad Erhvervspsykologi og Better Worklife. Hon gav í 2024 út bókina Hvem passer på chefen?saman við Louise Dinesen.
Lill Palmblad fer á tiltakinum at arbeiða við m.a. hesum evnum:
- Leiðaratrivnaði
- Karmum fyri leiðaratrivnað
- Sálarligum tryggleika og samstarvi í leiðslubólkum
- Handfaring av truplum støðum
- Trivnaði í organisatiónini
Skeiðið er viðkomandi fyri leiðarar á øllum stigum, leiðslubólkar og HR-starvsfólk, ið arbeiða við karmum fyri góða leiðslu.
Tiltakið verður á Hilton Garden Inn hósdagin 11. juni kl. 9.00–16.00.
Tilmelding og nærri kunning er her.
