Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 10:22

Langt síðan Eysturoyggin hevur havt fiskimálaráðharran

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Dennis Holm varð í gjár, av løgmanni loystur úr starvið, sum Fiskimálaráðharri, eftir at hava sitið í sessinum síðani 2022.

Eftir løgtingsvalið seinast, var nakað av orðadrátti um samasetingina av landsstýrisfólki, tá ið Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn skipaðu samgongu.

Serliga vóru tað fólk noðanfjørðs, sum hildu tað var løgið og margháttligt, at eingin úr Eysturoynni skuldi fáa nakran sess, samstundis sum at Suðuroyggin skuldi fáa tvey landsstýrisfólk.

Og víst varð á at oyggin, er og hevur verið, serliga illa umboða í fiskivinnumálum í langa tíð, serliga tá ið í hugt verður eftir stóra fiskivinnnuvirkseminum í økinum, har eysturoyingar og norðoyingar ofta føla seg verða við skerdan lut tá ið stóra avgerðir verða tiknar.

Eysturoyggin stendur í dag fyri 23,1% av landsins íbúgvum, ella 12.607 fólk, sambart nýggjastu tølinum frá Hagstovuni frá januar 2025. Tí kann tað undra, at eitt so umráðandi vinnuøkið sum Eysturoyggin ikki er umboða yvirhøvur.

Núverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, var annars seinasti landsstýrismaður í Fiskimálaráðum umboðandi Eysturoynna. Tað var í 2008.

Áðrenn tað, var tað toftamaðurin og sambandsmaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, sum sat frá 1989-91.

Tað hava einans sitið fýra landsstýrismenn sum fiskimálaráðharrar, umboðandi Eysturoynna, síðani 1959, tá ið fiskivinnumál gjørdust málsøkið hjá einum landsstýrismanni í Føroyum.

Umframt Tórbjørn Jacobsen og Jógvan Ingvard Olsen, so hava bert Olaf Olsen umboðandi, Fólkaflokkin, frá 1981-83 og Petur Reinert, umboðandi Tjóðveldisflokkin, frá 1975-79, sitið umboðandi eina av stórstu fiskivinnuoyggjum í Føroyum.

Í alt hava sitið 29 landsstýrismenn í Fiskivinnumálum síðani 1959, tó nakrir hava tó sitið í fleiri umførum.