Løgmálaráðið
Landsstýrið og Firum (áður nevnt Fiskaaling) hava í fleiri ár samstarvað við at styrkja burðardygga alivinnu í menningarlondum. Partur av hesum samstarvi er at hýsa ungum slóðbrótarum frá menningarlondum, ið luttaka á einum seks mánaða skeiði hjá GRÓ stovninum í Íslandi, og sum hava ynskt at taka serbreyt innan alivinnu.
Í ár vóru hesir luttakarar úr Kuba, Malavi, Jamaika, Sierra Leone og Nikaragua. Sum avvarðandi landsstýrismaður fyri altjóða menningarsamstarv hitti Bjarni K. Petersen, luttakararnar til eitt prát um felags áhugan at styrkja burðardygga alivinnu kring heimin.
Endamálið við seks mánaða skeiðnum í Íslandi og Føroyum er, at luttakararnir verða floygdir við vitan og íblástri at menna burðardygga fiski- og alivinnu í heimlandinum. Eisini veita starvsfólk hjá Firum ráðgeving og vegleiðing til teir luttakarar, sum skriva serritgerð innan føroyska serfrøði.
Deil á Facebook