Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2023 13:51

Kyndilsmessudansur í forhøllini

Myndir: Miðnám á Kambsdali

Kyndilsmessa er 2. februar. Og dagurin varð markeraður á skúlanum við føroyskum dansi í forhøllini. Áhugin var stórur og fitt av næmingum luttóku í ringinum.

Kyndilsmessa er upprunaliga Mariumessa, og hon er til minnis um, at Maria, móðir Jesus, vitjaði halgidómin 40 dagar eftir at barn hennara varð føtt. Hetta var siður hjá jødiskum kvinnum tá á døgum. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagur eftir jól. Til minnis um Jesusbarnið og móðir Jesus vóru kertuljós tendrað í kirkjum og aðra staðni. Haðani stavar navnið ‘candelarum’, sum er latínskt, og merkir voksljós. Í Føroyum hevði man í gomlum døgum sokallaðar jóla- og Kyndilsmessubygdir, har fólkið kom saman til tílík høvir, og so bleiv ofta farið upp á gólv.

Kristian skipaði dansin hósmorgunin

Skúli okkara eigur ein ágrýtnan undangongumann innan kvøðing og føroysk dansispøl, Kristian Jacobsen í N20X. Kristian skipaði fúsur dansin í 2. blokki hósmorgunin. Hann valdi flæri kvæðir og lættari vísur – millum annað Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, Tá eg verði stórur, Leivs kvæði, Havnagentan kvøður, Flóvin Bænadiktsson, Stat op sankta Simeon og Nykurs vísa. Undirtøkan var, sum myndirnar og filmbrotið vísa, góð – eitt frálíkt kyndilsmessuljóspunkt á mykum hávetri.

Slóð til filmbrot frá Kyndilsmessudansinum á skúlanum 2023

Næmingaráðið av Glasir vitjaði

Á bókasavninum við síðuna av vitjaði næmingaráðið á Glasir sama morgun á Kambsdali. Næmingaráðini fundaðust um ymisk mál. Millum annað hava tey avtalað, at skúlarnir fara at kappast í skúlaleikum seinni í vár. Og tey vístu spent steypið fram, sum vinnandi liðið fær.