Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2024 09:05

Kyndilsmessa er í dag

Kyndilsmessa er í dag 2. februar. Kyndilsmessa var upprunaliga ein Mariumessa til minnis um at Maria vitjaði í halgidóminum 40 dagar aftan á føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini.

Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin eftir jóladag (tá jóladagur er íroknaður). Henni og Jesusbarninum til minnis og heiðurs vóru kertuljós og kyndlar tendrað í kirkjunum, og av tí kemur navnið missa candelarum. Orðið candela kemur úr latín og merkir voksljós.

Í Føroyum var fyrr vanliga vitjað millum bygdir ávísu høgtíðirnar á vetri. Tær bygdir, har vitjað varð á Kyndilsmessu, verða kallaðar kyndilsmessubygdir.

Hugtakið kyndilsmessubygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á kyndilsmessu, 2 februar. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. 

M.a. Gøta, Haraldssund, Eiði vóru/eru kyndilsmessubygdir.