Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2023 13:56

Kvøldskúlaframsýningin 2023 í Stranda skúla

Mynd: Stranda Kvøldskúli

Sunnudagin 23. apríl, kl. 15:00-18:00, verður árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum í Stranda skúla.

Kvøldskúlaframsýningin í ár verður sett kl. 15 av Mariann D. Poulsen varastjóra í Stranda skúla.

Beint eftir setanina fer Stranda Sangkór, sum hevur verið partur av kvøldskúlaskránni í vetur, at syngja nakrar sangir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.