Tíðindaskriv/ Fuglafjarða kvøldskúli
Eitt skeið á kvøldskúlanum í Fuglafirði, Stokkakvøld við Dagmar Beder skipar fyri grannakaffi í hugnaligu hølunum Ribarhús í Fuglafirði.
Grannakaffi verður leygardagin 20.apríl kl 15-18, har kvinnurnar selja, tað tær hava virka í vetur og lata Krabbameinsfelaginum upphæddina, sum kemur av søluni.
Eisini verður fyrilestur og solosangur á skrá, ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.
Kvøldskúlaframsýningin letur upp mánadagin 22.apríl kl 17:00 í Ribarhús.
Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálarnevndini í Fuglafjarða kommunu setir kvøldskúlaframsýningina.
Kvøldskúlin sýnir fram ymiskt handaliga virksemi, klavernæmingar hjá Hera Jøkladal spæla nøkur løg og Annika Torbjarnardóttir, ið hevur undirvíst á kvøldskúlanum hevur ein stuttan fyrilestur um grundleggjandi venjingar.
Køkumunnbitar og kaffi/te verður eisini at fáa.
Framsýningin verður til mánadagin 29.apríl og opið er tá Piddasa handil er opin kl 15.00-17.30 gerandisdagar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Deil á Facebook