Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2022 16:24

Kvøldseta Miðnámi á Kambsdali í kvøld

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Á kvøldsetuni vísa næmingar í Miðnámi, hvat teir arbeiða við í ymisku lærugreinum. Á skránni verða m.a. tónleikaframførslur, námsferðafilmar, evnafrøðis-show og upplestur. Hetta skrivar Miðnám á Kambsdali á heimasíðu síni.

Øll eru vælkomin til kvøldsetuna. Tiltakið er alment og er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða.

Familja og vinir hjá núverandi næmingum kunnu uppliva skúlan og virksemið í skúlanum, og kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá starvsfólkum og næmingum at uppliva okkurt øðrvísi enn vanligu skúlatímarnar.

Ein miðnámsflokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og køku í steðginum. Vit gleða okkum at síggja teg týskvøldið kl. 19.