Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2026 20:50

Kvinnur Rósan úr Støkk í finaluni í World Cup

Mynd: Fimleikafelagið Støkk

Tíðindaskriv/Fimleikafelagið Støkk

Í dag hevur finalan verið í estetiskum fimleiki í altjóða kappingini World Cup í Frankaríki.

Bert 12 lið av teimum 30, sum tóku lut í innleiðandi kappingini í gjár, megnaðu at koma í finaluna, og Kvinnur Rósan var eitt av teimum.

Í finaluni í dag gekk framførslan hjá Rósuni uppaftur betur enn í gjár, og tær megnaðu at gerast nr. 9, men samanlagt við karakterinum frá í gjár, endaðu tær á 10. plássi. Stór framgongd hevur verið hjá liðnum gjøgnum hetta kappingarárið, og Kvinnur Rósan eru sera væl nøgdar við úrslitið, sum tær megnaðu at fáa í hesi stóru altjóða kapping í Frankaríki í dag.

Vinnari av kappingini gjørdist russiska liðið Expressia.

Myndir: Fimleikafelagið Støkk