Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2023 16:13

Kvinna tú ert frí

Mynd: Listaframsýning hjá Stellu Zachariassen

Hetta er heitið á listaframsýning hjá Stellu Zachariassen, sum verður á Hotel Brandan leygardagin 1. Apríl 2023 frá kl. 15.00 – 20.00.

Hvørt ár málar Stella eina seriu við sínum eyðkennis málningum, sum hon kallar Red Thread Serian. Hesir málningar eru málaðir við gráum og reyðum.

Í ár hevur Stella gjørt av at málningarnir, sum hon sýnir fram, eru grundaðir á kristnu trúnna við serligum atliti at heimila og motivera kvinnur, lýsa bíbliusøgur og orð til íblástur og sjálvt um málningarnir eru grundaðir á trúnna, so eru øll hjartaliga vælkomin.

Hvørt  ár málar Stella eisini ein málning við krossfesting Jesusar og tað ger hon eisini í ár og verður tann málningurin eisini við á framsýningini.

Framsýninigin verður ein dag og tað er leygardagin 1. Apríl í Brúgvini á Hotel Brandan og verður ferniseringin kl. 15.00 har tær tríggjar Kezia Zachariassen, Annika Skorheim Guttesen og Poula Dalbø fara at dansa dynamiskan hip-hop dans.

Te, kaffi og lekkrir brellbitar verða at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin