Tíðindaskriv
Komandi leygarkvøld kl. 20.00 spæla 25 strúkarar hjá Føroya Symfoniorkestri summarkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Konsertin í Fuglafirði er skipað sum ein hugnalig kafékonsert, har áhoyrararnir kunnu sita og njóta ein kop af kaffi ella eitt glas av vín aftur við tónleikinum.
Á skránni er lættur, men krevjandi tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
Í avbera vakra verkinum Andante cantabile for cello and strings eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva dugnaligu Kristinu á Váli sum solist.
Kristina á Váli byrjaði at spæla sello í Tórshavnar Musikkskúla og fekk prógv frá Musikkskúlamiðnámi í 2010. Hon hevur síðani útbúgvið seg í USA, har hon tók Bachelor of Music frá John J. Cali School of Music í New Jersey og Master of Music frá Purchase Conservatory.
Kristina hevur framført í USA, Europa og Asia, m.a. í Carnegie Hall í New York. Hon er fastur limur í Føroya Symfoniorkestri og hevur, síðan hon flutti heim aftur til Føroya, verið ein virkin partur av føroyska tónleikalívinum.
Kom og hoyr Kristinu framføra vakra verkið hjá Tchaikovsky saman við Føroya Symfoniorkestri í framúr kørmum.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Kristina á Váli
Longd: 60 min.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast her: www.atgongumerki.fo
