Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum í morgun, at tey vóru úti í gjár og kannaðu ferðsluna í t.d. Eysturoynni, og vórðu har tvey lógarbrot skrásett. Tveir bilførarar vórðu tiknir at koyra ov skjótt á Skipanesvegnum í bygdum øki.
Mest loyvda ferðin í bygdum øki er 50 km/t, men bilførarnir koyrdu ávikavíst 74 og 76 km/t.
Deil á Facebook