Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2024 09:41

Konsert við Göteborg Oboekvartett

Norðurlandahúsið

Einasta obokvartett í Norðurlondum vitjar í Føroyum. 

3. mars kl. 16 verður konsert við Göteborg Oboekvartett í Norðurlandahúsinum. Konsertin er ókeypis.

Tónleikurin, sum verður spældur á konsertini, er skrivaður av tónasmiðunum Alvi Joensen, Erik Valdemar Sköld og Veronika Kroell Voetmann.

Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello).

Verkætlanin, sum tey hava arbeitt við, eitur “Friður á foldum – nýggjur norðurlendskur tónleikur fyri obokvartett”.

Verkið tekur støði í tónleikaverkinum Phantasy Quartet eftir bretska tónaskaldið Benjamin Britten og hansara ummæli sum friðarhugsjónarfólk.