Tað var ein fegin formaður í felaganum Kongshavnar Frítíðarsiglara, Jonhard Danielsen, sum takkaði fyri gávuna, sum Kongshavnar Frítíðarsiglarar fingu til grilløkið Undir Gøtueiði frá Lions Eysturoy/Klaksvik.
Lions Eysturoy/Klaksvik hevur givið teimum ljósskipan runt snotuliga grilløkið.
Formaðurin í Lions Eysturoy/Klaksvík, Tummas Lervig sigur, at “Vit fegnast um at stuðla góðum hugskotum“
Sí myndir sum formaðurin í Lions Eysturoy/Klaksvik, Tummas Lervig tók, tá ið grillað var grindabúffur við nýggju grillini.
Deil á Facebook