Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2023 09:17

Kommunuuppgerð á skránni í dag

Mynd: NSÍ møtti B68 á síðsta leikdegi í fjør (Eysturoyarportalurin)

Fyrsti dystur millum báðar niðurflytarnar í fjør – NSÍ og Skála – verður í dag við Løkin.

Hetta vera nokk eisini tvey av liðinum sum fara at liggja í oddinum og fara at kappast um uppflyting til Betri-deildini hetta kappingarárið. Uttan um til hvørja deild hesi liðini eru í, so er altíð talan um spennandi dystir millum grannarnar í Skálafjørðinum.

Samstundis er eisini talan um eina kommunuuppgerð, og spælt verður tí um kommunusteypið.

Dysturin verður í dag, Skírishósdag, 6. apríl við Løkin og byrjar kl. 16.00.