Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.02.2025 16:30

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu hósdagin 27. februar

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Sjóvar kommuna

Kommunustýrisfundur 27. februar 2025 kl 17

Mál nr.:104-1-2025, Fundarskipan
 
Málslýsing: Dagføring av fundarskipan hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.
                                                                

Mál nr.:104-2-2025, Kommunustýrisskipan
 
Málslýsing: Dagføring av kommunustýrisskipan hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.

Mál nr:104-4-2025, Starvsfólkahandbók
  
Málslýsing: Dagføring av starvsfólkahandbók hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.


Mál nr.:547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
 
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin hevur lagt málið um vinnuøki Innan Glyvur fyri kommunustýrið til umrøðu.
 

Mál nr.:546-5-2020 Bátahylurin í Heygsstøð
 
Málslýsing:Avbjóðingar eru við súði í bátahylinum. LBF hevur í 2020 gjørt tekningar við uppskoti um hvussu hetta skal loysast. V&H mælir til at gera simuleringar, og hevur lagt málið fyri fíggjarnevndina. Mett verður at DHI kann gera hesa kanning fyri uml. 100 tkr.

Fíggjarnevndin mælir til at peningurin verður tikin av RS-750.

Mál nr.: Ymiskt
 
Málslýsing:
Fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi møguligari útbygging av bryggju á Hulki. Er undirtøka fyri at seta pening av til kanningararbeiði?