Eysturkommuna
Á loftinum í Varmakeldugarðinum hevur hugnalig Fjóskafé verið hvønn týsdag alt summarið. Undirtøkan hevur verið sera góð, tí umleið 700 gestir hava vitjað kaféina í summar.

Tað er bóndakonan, Bára Joensen, sum stendur fyri Fjóskaféini, og hevur hon fingið góða hjálp frá dóttrini Brynhild og verdóttrini Selmu.
Nú hevur Bára havt Fjóskaféina opnað fyri seinastu ferð hetta summarið. Eftir ætlan verður kaféin opin aftur næsta summar, sigur Bára, og leggur aftrat at kanska kemur hon at hava opið onnur tíðspunkt á árinum.
Á kaféini hava tey selt m.a. suppu, breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott omaná. Eisini hava tey selt ein heilt serligan ís, sum er gjørdur úr mjólk frá garðinum.

Ferðavinnan í Eysturkommunu er økt nógv seinastu árini og tilboðini eru blivin fleiri. Tað eru ikki bara ferðafólk sum fáa ágóðan av hesum, tí kaféin hevur verið sera nógv vitjað av føroyingum, til dømis ommum og abbum, ið hava verið biltúr við børnunum í góðveðrinum. Fyri Eysturbúgvar, og føroyingar sum heild, ið ferðast í egnum landi, er tað tí serliga gleðiligt, at vit í summar hava havt møguleikan at vitja hugnaligu Fjóskaféina, saman við familju og vinum, og notið leskiligan stuttfluttan ís og annað gott frá garðinum.