Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2026 22:00

Hansina Iversen í Gamla Seglhúsinum

Tíðindaskriv

Leygardagin 29. august, letur upp listaframsýning við listakvinnuni Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsinum.

Framsýningin hevur heiti Impromptu.

Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða, umframt Guðrið Hansdóttir, sum syrgir fyri tónleikinum.

Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit.

Hansina málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi.

Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith.

Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.

Framsýningin hongur uppi fram til 15. september 2026 og kann vitjast fylgandi dagar og tíðir:

Sunnudagar                                 15:00 til 19:00

Mánadag til fríggjadagur        16:00 til 18:00

Um tað ikki er møguligt at vitja ásettu tíðir, kann ein hóskandi tíð finnast við at seta seg í samband við telefon 217055, fyri at finna eina hóskandi tíð.

Hjartaliga vælkomin !

www.gamlaseglhusid.fo