Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2026 09:55

Sendistovan í Tel Aviv – milliónadýrur signalpolitikkur

Sámal Sunnudag

“Tað er eitt óheppið signal at senda, at tá vit fremja bygnaðarbroytingar, so bakkar Fólkaflokkurin út”.Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen við In.fo eftir at hann hevði fingið kontraboð frá løgmanni um, at sendistovan í Tel Aviv ikki skuldi avtakast hóast alt. Eftir mikið rumbul í baklandinum og trýst frá Miðflokkinum, valdi løgmaður at seta uttanríkisráðharran upp á pláss, og tað er ikki smávegis, tí Bárður á Steig Nielsen er bæði formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður.

Er talan so um eitt óheppið signal? Ja, tað ávirkar samgongustevið, sonevndu “kemiina” millum flokkar og lyklapersónar í samgonguni, og tað kann fáa avleiðingar, sum tíðin gongur. Harumframt undirminerar hetta spariætlanirnar og bygnaðarbroytingar, sum samgongan hevur sett á dagsskrá, og hetta kostar á trúvirðiskontuni. Men fyri Fólkaflokkin er hetta annars eitt heppið signal at senda sínum veljarum, tí flokkurin bæði vísir handlikraft mótvegis Sambandsflokkinum og markerar eina sterka pro-Ísrael støðu.

Les meira: Sendistovan í Tel Aviv – milliónadýrur signalpolitikku

Spjaldur