Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2023 15:51

Kom til hugnaløtu hjá Bót til bata

Tíðindaskriv/ Krabbameinsfelagið

Bróstkrabbabólkurin Bót til bata, bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba, til hugnaløtu týskvøldið 19. september kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn. Linda Laksáfoss, frá Linda – lekkur undirklæðir, luttekur og fer at siga frá og vísa fram brósthaldarar og nýggjar protesur.

Eisini verður høvi til hugnaligt prát og ein góðan drekkamunn.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959, sms á 217956, teldupost á kmf@krabbamein.fo ella á sosialu miðlunum hjá Krabbameinsfelagnum.