Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.08.2024 11:05

Kokkulárakóóó.. Og mamma!

Mynd: Tjóðpallur Føroya

Tíðindaskriv

Morgunfríði er komin aftur úr summarfrí, og tí spælir Tjóðpallurin aftur

leikin fyri øllum teimum, ið ikki náddu at síggja hann í vár – og øllum

teimum ið ynskja at síggja hann umaftur (og umaftur) !

Nógv kenna bøkurnar Og mamma! og 1-1-2 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi. Fyrr í ár vórðu

báðar bøkurnar um tann ikki heilt vanliga hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik, og varð leikurin

spældur fyri fullum húsum á Tjóðpallinum!

Nú hava vit aftur møguleikan at síggja leikin og mamma!

Leikurin, Og mamma!, snýr seg um tann heldur sjáldsama hanan,

Morgunfríða, sum brádliga býr á grasplenuni hjá Torkili og Almu. Morgunfríði

gongur í reyðum smekkubuksum og dugir at tosa – og so elvir hann til eina

rúgvu av missskiljingum og tvørleikum.

Torkil og Alma eru góð við ommusynirnar, Paula og Viggo, men eftir at hava

verið barnagenta í rættuliga nógvar dagar og nætur, er als ikki so galið við

einum vikuskifti í Fuglafirði púra einsamøll… Men ikki gongur alt altíð sum

ætlað – serliga tá man eigur ein hana sum Morgunfríða.

Og mamma! er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum, og mamma, og leikurin er

viðmældur børnum úr trimum árum.

Sýningarnar verða á Tjóðpalli Føroya frá 18. august, og atgongumerki fáast nú á

www.tjodpallur.fo og www.atgongumerki.fo

Les meir um leikin og leikararnar á www.tjodpallur.fo.