Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2023 21:36

Klæmint við assist í Lengjubikarinn

Mynd: Breiðablik

Lengjubikarinn fór av bakkastokki í dag. Tað er ein av steypakappingunum í Íslandi, sum eisini verður nýtt til venjingardystir upp til sjálva landskappingina.

Breiðablik, við føroyinginum Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen tóku ímóti Selfossi, í innandura høllini hjá Breiðabliki í Fífuni.

Breiðablik vann dystin 3-1, har Klæmint hevði eina assist til málið hjá Patrik.

Við Eysturoyarportalin, sigur Klæmint um sjálvan dystin soleiðis; Ein fínur dystur, har vit dominera allan fyrra hálvleik, men fáa bara eitt mál. Teir fáa mál, í stórt sæð, einasta kjansinum teir hava. So alt í alt ein góður sigur, har vit eru greitt omaná í spæli og málkjansum. Persónliga gekk fínt hjá mær, men eg brendi tíðanverri onkran stóran kjans.

Næsti dysturin hjá Breiðablik er fríggjadagin 10. februar á heimavølli móti Kórdreingir.