Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2024 20:45

KÍ og teirra akademi vísur klassa, meðan aga- og etiskanevnd spælir fallit!

Soleiðis sigur Sjúrður Petersen eftir at KÍ hevur kært NSÍ fyri at hava brúkt ein ólógligan leikara í føroysku U21 kappingin.

KÍ hevur klagað NSÍ fyri brúk av “ov ungum leikara“, og aga- og etiskanevnd hevur tikið tí avgerð, at NSÍ skal tapa dystin 3-0!

Sjúrður Petersen skrivar soleiðis á Fótbóltskjakinum á Facebook:

“Tann 26/5 spæla NSÍ og KÍ U21 dyst í Runavík. Dysturin endaði 3-0 til NSÍ, og so skuldi ein trúð, at tað var tað. Men so er ikki. KÍ hevur klagað NSÍ fyri brúk av “ov ungum leikara”, og aga- og etiskanevnd hevur tikið tí avgerð, at NSÍ skal tapa dystin 3-0!

Um vit bara hyggja at KÍ, so haldi eg persónliga, at tað er ótrúliga vánaligur ítróttarandi, at klaga um ein leikara, sum er ov ungur! At teir so sjálvir gera sama “brot” í U21 deildini, og hava ov ungan leikara við til dystir, vísur bara enn týðiligari, hvussu langt úti tað er, at aga- og etiskanevnd gevur teimum viðhald, og dømur NSÍ at tapa dystin 3-0.

So at siga øll liðini í U21 deildini brúka regluliga U17 leikarar, sum enn ikki eru blivnir 16 ár. Hetta sæst skjót, við einari gjøgnumgongd av leikaralistunum til dystirnar í U21 deildini. Orsøkin til tað er helst, at hetta er besti, og nokk eisini einasti møguleiki hjá feløgunum at lata hesar leikarar leika “upp”, tvs. at matcha teir á einum hægri støði.

Men hetta sær aga- og etiskanevnd týðuligani sum ein trupuleiki, við tí úrskurði, sum teir nú eru komnir við. Upprunaligið tankin hjá FSF við reglugerðini, sum sigur, at leikari skal vera fyltur 16 ár, fyri at leika við U21, hevur uttan iva verið fyri at vart leikararnar, og ikki tí, at tað skapar eina “unfair” kapping, um 15 ára gamlir leikarar leika við.

Viðvíkjandi tí leikara, sum KÍ hevur klaga um, skal sigast, at hann er málmaður á U17 landsliðnum og hevur vant fast við Betri (besta) hópinum hjá NSÍ í skjótt eitt ár. At onkur løgfrøðingur, ella onkur Excel nørdur inni á bonaðu gólvunum hjá FSF, heldur seg vita betur enn venjaratoymið hjá NSÍ, um tað er ráðiligt hjá honum at leika í U21 deildini, er ein total falliterklæring. Hvussu ætlar FSF annars, at hesin leikarin (og aðrir sum hann) skulu sleppa at matchast á einum hægri støði?

NSÍ hevur annars søkt um undantaksloyvi til at brúka hendan leikaran, við júst hesum argumentunum. FSF valdi tó at sýta fyri hesum, tí samb. FSF, so er leikarargrundarlagi í Runavík so mikið stórt, at tað burdi ikki verið neyðugt! Ikki eitt orð um, hvat er best fyri menningina av leikarinum, men bert, hvussu nógv fólk búgva í økinum!

FSF vil kanska heldur hava, at NSÍ hevur ein útileikara í mál, ella at feløgini bara snýta við nøvnunum á dómaralistanum? Persónliga havi eg bara ilt við at skilja, hvussu tað skal annað enn devaluera virði, og støði, á U21 deildini! Annars trýtur ikki í við “ov ungum” leikarum í føroyskum fótbólti.

Skála hevur eina 14 ára gamla gentu í Betri deildini (fult uppiborið, tí hon er óluksáliga dugnalig), og brúktu teir eisini fleiri ov ungar leikarar á U21 liðinum í fjør, har ímillum envaríka, unga leikaran, sum fyri stuttum skifti til norskan fótbólt. Vónandi hevur viðkomandi leikari ikki tikið alvorligan skaða av at hava leikt sum 15 ára gamal, í U21 deildini (ironi kan forekomme, sum danskarar plaga at siga).

Fyri ein uttanfyristandandi virkar tað annars fullstendiga arbitrært, hvørji feløg og hvørjir leikarar, fáa undantaksloyvi frá FSF til at leika við eldri deildunum!

Til endans vil eg ynskja KÍ og teirra akademi tillukku við sigrinum. Hatta má følast gott. Og so er tað altíð deiligt, tá fótbólturin vinnur, ikki so? Hvat viðvíkjur aga- og etiskunevnd, sum hevur tikið hesa avgerð, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, um FSF setti í øllum førum ein persón inn í nevndina, sum hevði skil fyri fótbóltsmenning, í staðin fyri ein av teimum 5 løgfrøðingunum, sum sita har nú!

Til síðst skal sigast, at tað verður spennandi at síggja, hvat FSF ger við hinar dystirnar í U21 deildini, har onnur feløg hava brúkt ov ungar leikarar. Er tað bara ólógligt, tá tað verður klaga, og góðtekur FSF harvið, at reglugerðin konstant verður brotin, ella verður reglugerðin bara brotin, um onkur klagar?

Fyri tey av tykkum, sum eru gomul nokk til at minnast seriuna SOAP, er kanska passandi at enda við hesum orðunum: “These questions—and many others—will be answered in the next episode of … Soap.”

Til síðst skal sigast, at eg eri pápi at NSÍ málverjanum.”