Í dag eru 85 ár síðan KFUM-skótarnir í Føroyum blivu settir á stovn. Fyrsta patrúljan er frá 1939. KFUM skótarnir byrjaðu í Gøtu.
KFUM Skótarnir í Føroyum er ein samskipan av øllum KFUM-skótabólkum í Føroyum. KFUM skótarnir í Føroyum vóru stovnaðir 6. august 1939. Stovnarin og fyrsti leiðari var Palli Thomsen í Gøtu.
Fram til 1972 skótarnir ein deild av KFUM skótinum í Danmark. Í dag er tað ein sjálvstøðug samskipan. Fyrst nógvu árini vóru einans dreingir limir hjá KFUM-skótinum, men síðan 1980 hava bæði dreingir og gentur verið limir hjá KFUM-skótunum.
Alt arbeiði hjá KFUM skótunum byggir á grundlógina og viðtøkurnar hjá samskipanini, sum eru samtyktar á landsfundi, ið er hægsti mynduleiki.