Mowi fekk eitt munandi betri rakstrarúrslit í triðja ársfjórðingi enn væntað. Sambært fyribils tølum var operationella rakstrarúrslitið 275 milliónir evrur, samanborið við 112 milliónir evrur sama tíðarskeið í fjør. Tað skrivar iLaks.
Úrslitið svarar til umleið tríggjar milliardir norskar krónur og er met fyri ein triðja ársfjórðing hjá samtakinum. Metingar hjá greinarum frammanundan vóru 216 milliónir evrur.
Lægri framleiðslukostnaður og størri tøka eyðkendu ársfjórðingin. Alikostnaðurin lækkaði úr 5,42 niður í 5,11 evrur fyri kilo, sum gav eina samlaða sparing á umleið 51 millión evrur.
Mowi tók tilsamans 186.000 tons av laksi í ársfjórðinginum. Av hesum vóru 3.000 tons tikin í Føroyum. Noreg var størsta framleiðslulandið við 134.000 tonsum.
Fullfíggjaði roknskapurin fyri triðja ársfjórðing verður kunngjørdur 4. november
Hans Jákup Mikkelsen er stjóri á Mowi Faroes, sum hevur høvuðsskrivstovu á Strondum.