Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2026 12:33

KBH skal umvæla kommunuskrivstovuna

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggifyritøkuna KBH og Nes kommunu um umbygging og dagføring av kommunuskrivstovuni. Í hesum umfarinum verður umbygt í gamla skúla, har móttøkan og tekniska deild halda til.

Helgi Johannesen, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan, sum hevur við sær, at farið verður undir arbeiðið í mai. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fyrst í november.

Kommunan bað um tilboð uppá byggiarbeiðið frá tveimum fyritøkum. Á býráðsfundi, tann 23. mars, varð samtykt at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti.

Fyri Nes kommunu er tað Bark v/Dáva Reinert Hansen, sum hevur byggileiðsluna.

Í byggitíðini verða ávísar tillagingar gjørdar í dagliga fyrisitingarliga arbeiðinum inni á kommunuskrivstovuni. Móttøkan fer at hava inngongd, har fundarhølið er, og almennu býráðsfundirnir fara at verða hildnir í nýggja Undirhúsinum.

Spjaldur