Mynd: Kaj Leo skorðar fyri Valur (Savnsmynd, Vísir)
Sambært íslendska miðilinum Fótbólti.net, so venur Kaj Leo í Bartalsstovu í hesum døgum við Grindavík, sum liggur á suðurvest síðuni á Íslandi.
Kaj Leo hevur verið uttan felag aftaná, eftir at fyrrverandi felag hansara ÍA Akranes fluttir niður úr bestu deildini í fjør, tá felagið endaði aftast.
Sum skilst, so skal hann venja í nakrar dagar og hyggja eftir umstøðunum, áðrenn avgerð verður tikin um endaligan sáttmála.
Grindavík endaði á 6. plássið í Lengjudeildini, sum er næstbesta deildin, seinasta kappingarár.
Kaj Leo hevur áður umboða ÍBV, FH Hafnafjørður, Valur og ÍA Akranes í Íslandi.
Deil á Facebook