Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2024 14:34

Jólamaðurin er afturkomin 

Tíðindaskriv

Íslendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson hevur endurinnspælt gamla slagaran “Jólamaðurin kemur í kvøld”. Í hesum sambandi hevur hann eisini spælt inn eitt spildurnýtt sjónbandalag, ið er upptikið í gomlu Havnini.

Geir er ein íslendskur sangari og undirhaldari, í Føroyum er hann best kendur fyri fyrru útgávuna av  “Jólamaðurin kemur í kvøld”, sum varð spæld inn sum ein tøkk fyri hjálpina, ið Føroyar veitti íslendingum í fíggjarkreppuni. 

Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín  karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rokk, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur. 

Upprunaliga útgávan varð gjørd í samstarvi við Elis Poulsen sála. 

Á nýggju útgávuni er tónleikurin innspældur og lagdur til rættis av víðagitna Don Randi í Los Angeles. Songrøddin er upptikin av Finni Hansen í Havn. Tey sum spæla við eru:  Tom Brechtlein, á trummum,  Chris Roy á bassi,  John Depatie á gittari, Don Randi á klaveri, Pete Korpela á slagverki, og røddina eigur Geir Ólafsson.

Nudlavirkið hevur gjørt sjónbandalagið. 

Lagið kann upplivast her: 

ella her

https://www.facebook.com/61570283204015/videos/1221651468938958