Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2023 19:44

Jóhanna Petersen heiðurslimur í Støkk

Mynd: Jóhanna Petersen heiðurslimur í Støkk (Støkk)

Leygardagin 25. mars gjørdist Jóhanna Petersen heiðurslimur í Støkk.

Jóhanna hevur verið virkin í Støkk flestu árini síðani 1966, tá felagið varð sett á stovn. Hon hevur vant bæði børn, ung og vaksin gjøgnum árini, og seinnu árini hevur hon saman við Jóhonnu Troest undirvíst kvinnum 55+ í lættari motión og linedance. Eisini var hon við á felagsliðnum, sum tók lut í framsýningunum í ár.

Frammanundan hevði Støkk tríggjar heiðurslimir, sum eru Jóhanna Troest, Kai Aage Troest, sáli og Jóhan Kjeld, sáli.