Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2023 15:10

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos – Kann fáa fatalar fylgjur fyri uppsjóvarvinnun

Mynd: Pelagos

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, hevur verið og tosað við Uttanlandsnevndina og boðskapur hansara var ikki til at taka feil av.

– Eitt og hvørt tiltak móti Russlandi kann ávirka okkara útflutning til Russlands.

Soleiðis segði hann á middegi í samrøðu við Útvarpið. https://kvf.fo/greinar/2023/06/05/stjorin-i-pelagos-eitthvort-tiltak-moti-russlandi-rakar-okkum-meint

– Verða tiltøk sett í verk móti Russlandi, so fáa vit eitt svar frá russum, vænta vit, segði stjórin.

– Og tað kann fáa fatalar fylgjur fyri uppsjóvarvinnuna.

– Millum 40 og 60 prosent av okkara útflutningi er farin til Russland seinnu árini, segði hann við Útvarpið.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av tiltøkunum, sum Landsstýrið nú ætlar at seta í verk móti Russlandi.