Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2023 15:52

-Eigur norðurøkið ongan góðan í samgonguni?

Mynd: Skálafjørðurin í morgun 1. juni, savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Soleiðis spurdi løgtingsmaðurin Jørgen Niclasen á løgtingssinsrøðarapalli fyri løtu síðani, nú 1. viðgerð júst hevur verið av uppskotinum hjá landsstýrinum um “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina“.

Í dag gjørdist greitt, at landsstýrið aftur fer at skerja av vinnulívinum í norðurøkinum, serliga í norðoyggjum og Eysturoy, við at seta tiltøk í verk og sostatt minka alt russiskt virksemið í Føroyum og føroyskum havnum. Hetta hava fleiri løgtingsfólk og vinnulívsfólk ávarða staðiliga ímóti at gera, tí hetta fer serliga at fáa avleiðingar fyri vinnulívið, men mest ta avleiddu vinnuna, t.a. tænastuvinnur, so sum handverkarar, maskinsmiðir o.ø. Eitt tal á 100 mió hevur verið nevnt, sum Føroyar koma at missa við hesum ætlanum hjá landsstýrinum.

Eisini verður ávarað, at hetta kemur at raka nógvar barnafamiljur, sum fáa sítt dagliga breyð úr Barentshavinum. Kanska serliga familjur úr norðuroyggjum og har á leiðum.

Tað er ikki so langt síðani, at hetta landsstýrið legði hægri gjøld á bæði ali-og uppisjóvarvinnuna, í Eysturoy og Norðoyggjum. Nakað sum staðiliga var ávarað ímóti av vinnulívinum, tí at tað kom at fáa stórar avleiðingar.